Ferskt plantabasert matur
Vika · 2026

Burðardyggur og grønur
matur í Føroyum

Tann Grøna Matveitingin framleiðir og selur burðardyggar máltíðir hvønn dag – gott fyri teg og gott fyri umhvørvið.

Hvørju eru vit?

Ein grønari leið

Tann Grøna Matveitingin er ein føroyskur Environmental Impact Kitchen, ið arbeiðir fyri at eggja føroyskar køkar at seta eina grønari og sunnari kós.

Frískur matur.

Vit framleiða og selja máltíðir hvønn dag, samstundis sum vit menna og royna nýggjar loysnir til burðardyggar matarskipanir í Føroyum.

Málið er at gera tað lættari hjá fólki, stovnum og fyritøkum at velja grønt, heilsugott og burðardygt.

Grøn máltíð

Plantugrundaður matur

Við dent á smakk, góðsku og einfaldleika.

Upplýsing

Við endamál at hugkveikja føroyska samfelagið.

Vikumatskrá

Nýggjar máltíðir hvørja viku, klárar at bíleggja á netinum.

Lokalt

Vit raðfesta at stuðla føroyskari framleiðslu av grønmeti.

100%

Plantugrundað

5

Nýggjar máltíðir hvørja viku

50–100 kr

Pr. máltíð

CO₂-minda framleiðsla

Vikumatskrá

Fimm ymiskir plantu grundaðir rættir hvørja viku

Vel tað, tú ynskir, legg í kurv, og avgreið bíleggingina trygt og einfalt. Tú kanst heinta matin, ella velja at fáa matin koyrdan út.

OBS! Myndin á einum rætti kann vera vegleiðandi. Tilhoyr tilgerst eftir hvat vit fáa frá veitarum.

Dagsins rættur

Dagsins rættur

Daal

Mánadagur

v. rísbland og matbreyð

PriceDKK50

Epla-linsulasanja

Týsdagur

v. salat

PriceDKK50

Bønustúvning

Mikudagur

 v. bakað spískál

PriceDKK50

Falafulskál

Hósdagur

v. couscous og hummus

PriceDKK50

Línsudellir

Fríggjadagur

v. eplasalat

PriceDKK50

Visjón & Misjón

Hví vit gera tað, vit gera

“At eggja til, at staðbundin rávøra og grønar máltíðir er ein natúrligur og vanligur partur av dagligdegnum.”

Burðardyggur matur

Okkara dreymur

Vit síggja fyri okkum einar Føroyar, har tað er einfalt og natúrligt at velja grønar máltíðir. Ikki tí tað er ein trendur, men tí tað er gott – fyri teg, fyri samfelagið og fyri jørðina.

Hvat gera vit, fyri at røkka dreyminum?

Vit framleiða og selja grønar og burðardyggar máltíðir, samstundis sum vit menna og vísa praktiskar og lættar loysnir til grønari matarskipanir í Føroyum.

Til fyritøkur

Fyritøkubílegging

Hevur tú eina fyritøku, og ynskir tú at bjóða tínum starvsfólkum heilsugóðar máltíðir? Vit bjóða eina loysn til fyritøkur, stovnar og bólkar, sum vilja bíleggja sunnar og grønar máltíðir á ein einfaldan hátt.

Ljóðar hetta áhugavert?

Set teg í samband við okkum, ella skráset tína fyritøku, so finna vit eina loysn til tørvin hjá tykkum.

Skráset fyritøku →

Samband

Vit halda til mitt í Tórshavn

Hevur tú spurningar um máltíðir, bílegging ella samstarv? Send okkum eini boð ella ring til okkum.

✉️

Teldupostur

tgm@tgm.fo

📞

Telefon

(+298) 27 88 22

📍

Adressa

Gríms Kambans gøta 4
100 Tórshavn